Innanlands

Føroyingar vóna at Kamala Harris vinnur

Portalurin hevur í dag spurt brúkarar hvør tey vóna, vinnur amerikanska forsetavalið. 53 prosent vóna, at Kamala Harris vinnur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-11-05 21:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

6.886 brúkarar góvu sína meining til kennar í atkvøðugreiðsluni, sum vit hava havt á Portalinum í dag.

Spurt var um, hvønn brúkarin vónar vinnur amerikanska forsetavalið.

53 prosent vóna, at demokratiska valevnið Kamala Harris vinnur. 34 prosent vóna, at republikanski Donald Trump vinnur valið, meðan 13 prosent ikki leggja í.

Veljarakanningarnar siga annars, at tað stendur á jøvnum, og tí er øgiligur spenningur í USA í kvøld og í nátt.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder