Innanlands

Nú resta 711 metrar í millum Eysturoynna og Stremoynna

Eisini er minni enn ein kilometur eftir at spreingja í Eysturoyartunlinum

2019-03-25 11:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í farnu viku vórðu sprongdir 128 metrar í alt. Nú eru sprongdir 10.296 metrar, av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum. Móti Rókini resta nú 231 metrar í at spreingja og millum Eysturoynna og Streymoynna 711 metrar.

Í farnu viku vórðu 46 metrar sprongdir frá Hvítanesi. Í alt eru nú sprongdir 4.876 metrar frá Streymoyarlandinum.

Frá rundkoyringini og móti Hvítanes vórðu sprongdir 30 metrar. Á hesum teininum eru sprongdir 1.873 metrar.

Og frá rundkoyringini og móti Rókini vórðu í farnu viku sprongdir 52 
metrar. Har eru í alt sprongdir 1.922 metrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder