“The Room Next Door”, sum just hevur vunnið Gyltu Leyvuna í Venezia, er fyrsti filmur á enskum, sum kendasti spanski leikstjóri, hin 75 ára gamli Oscarvinnarin, Pedro Almodóvar, hevur gjørt. Mikudagin sýnir Filmsfelagið “The Room Next Door” í Havnar Bio.
Í Venezia fagnaðu fólk Aldomóvar við at klappa í seytjan minuttir, tá hann fekk Leone d’Oro. Á sama stað fekk hann fyri fimm árum síðan Gyltu Leyvuna fyri lívlangt avrik. Í ár var franska Isabelle Huppert forkvinna í dómsnevndini á filmstevnuni, sum byrjaði í 1932.
Søgan er um ivasomu mammuna og óndsinnaðu dóttrina, sum av eini misskiljing hava mist alt samband við hvørja aðra. Millum tær báðar stendur ein onnur kvinna, Ingrid (Julianne Moore), ið er vinkona mammuna og ein møguligur sambindingarliður millum øði og beiskleika millum mammu og dóttur. Martha (Tilda Swinton), ið er mamman, er journalistur, sum av hermótinum skrivar um kríggj, meðan Ingrid skrivar autofiktivar skaldsøgur.
Tað eru ræðuleikararnir í kríggi, sum Almodóvar hevur sett sær fyri at granska í hesum filmi, og hvussu ymiskliga kvinnurnar, ið báðar liva av at skriva, nærkast hvørji aðrari og skriva um veruleikan, deyðan, og vinarløg og kynsliga njótan sum verju móti ræðslu.
Filmurin byggir á skaldsøguna “What Are You Going Through” (2020) eftir amerikansku Sigrid Nunez.
“The Room next Door” verður vístur í Havnar Bio mikukvøldið 13. november kl. 20.
Pedro Almodóvar við Gyltu Leyvuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald