Innanlands

Semingsuppskot lagt fyri partarnar

Partarnir hava fingið freist til í morgin á middegi at taka støðu til uppskotið

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, og Terji Sigurðsson, semingsmaður (Mynd: Jens Kr. Vang / Starvsfelagið)

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, og Terji Sigurðsson, semingsmaður (Mynd: Jens Kr. Vang / Starvsfelagið)

2024-11-07 18:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gjár og í dag hevur semingsroynd verið á Hotel Føroyum í sáttmálasamráðingunum millum Starvsfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelag.

Seinnapartin hevur verið arbeitt við at orða eitt uppskot, og tað varð fyri løtu síðan handað pørtunum, veit útvarpið.

Terji Sigurðsson, semingsmaður, hevur góðar vónir.

- Tað hava verið góðar og konstruktivar samráðingar í gjár og í allan dag. Seint seinnapartin hildu vit, at grundarlag var fyri at leggja seminguppskot fyri partarnar. Tá vit gera tað, er tað tí vit meta, at grundarlag er fyri at partarnir fara at góðtaka tað, segði Terje Sigurðsson við útvarpið.

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, sigur við útvarpið, at verður semingsuppskotið handað í dag, verða álitisfólk kallað inn í morgin og skulu taka støðu til uppskotið, áðrenn felagið skrivar undir ella vrakar tað.

Samráðingarnar slitnaðu 31. oktober, og tá varð semingsstovnurin boðsendur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder