Mentan

Sonur Fuglafangarans fær gott ummæli

Svenski filmurin úr Gásadali verður frumsýndur í Svøríki 5. apríl – sí trailaran

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-03-25 14:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú nærkast stundin, tá tað endiliga verður høvi at síggja filmin um Frans í Gásadali, ið segðist hava franskan pápa. Um hvussu Esmar og Jóhanna uppi í dalinum stríddust fyri at fáa ein son, sum kundi taka yvir garðin. Tey máttu tí leita sær fremmand gen fyri at hetta skuldi eydnast.

Í fjør vórðu upptøkurnar til filmin gjørdar í Gásadali, Bø og í innrættaðum studio á flogvøllinum. Nú er filmurin liðugt kliptur, og verður frumframførdur 5. apríl.

Svenskir miðlar hava fingið høvi at síggja, hvat filmsleikstjórin Richard Hobert hevur fingið burturúr, og sigast má, at móttøkan er góð.

Svenski netmiðilin Kulturmagasinet Kulturbloggen er ein teirra, ið hevur umrøtt filmin, og ummælarin, Rosemari Södergren, er hugtikin og gevur filminum fimm stjørnur:

”Ein av vakrastu og best gjørdu filmunum eg havi sæð í nógv ár”, leggur hon fyri, og heldur annars fram við lovprísanini.

”Ein filmur um kærleika á fleiri stigum á ymsan hátt, um kærleikan og sambandið millum systkin, millum foreldur og barn og um tey truplu valini vit verða útsett fyri í lívinum, serliga í einum samfelag og einum heimi, har fólkini skulu liva við patriarkalum lógum og náttúrunnar megi”.

”Filmurin er eitt meistaraverk fyri øll, ið eins og mær dámar filmar, ið ikki fortelja alt, men geva hyggjarunum møguleika fyri sjálvi at kenna hvat persónarnir í filminum kenna. Tað er vakurt filmað, eitt hugtakandi umhvørvi, glógvandi leikarar og ein fangandi søga”, skrivar Rosemari Södergren.

Serliga er tað svenska Livia Millhagen, sum verður róst fyri at spæla leiklutin sum vertshúseigarin, ið eisini eitur Livia.

Í høvuðsleiklutunum sæst Vígdis Hentze Bjørck, ið vit best kenna sum dansara, sum Jóhanna, ið leitar sær til franskan yvirmann fyri at gerast upp á vegin og danska Rudi Køhnke sum maður hennara, Esmar.

Í øðrum leiklutum síggjast Mattias Djónason Eidesgaard, Hans Tórgarð, Hedda Rehnberg, Jørgen Langhelle, Claus Bue og Sébastien Courivaud.

Frumsýningin av filminum í Svøríki verður 5. apríl. Enn er ógreitt nær almenningurin í Føroyum fær møguleika at síggja filmin um son fuglafangarans. Eitt tiltak verður fyri innbodnum 2. mai skilst.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder