- Frá dapurleika til veruleika.
Jógvan Andrias Joensen gjørdi fyri nøkrum árum síðani einrøðuleikin "Kom bara inn, eg skal ikki gráta". Hetta saman við Edvardi Nyholm Debess, tónleikara, sum spælir undir til framførslurnar.
Jógvan Andrias Joensen og Edvard Nyholm Debess
Einrøðuleikurin tekur støði í lívinum hjá klaksvíkinginum sum niðurbundi "mjadnabarn" á drúgvari sjúkralegu í Danmark. Hann tekur upp evni fráveru av nærveru, einsemi, men er eisini ein lýsing av eini drúgvari ferð úr tí óvirðiliga og dapra til tað tignarliga og vakra.
- Góðu ummælini, nógva umrøðan og ikki minst dokumentarurin Mjadnabørn, sum kringvarpið vísti í 13.januar 2022, hava havt við sær størri opinleika um teir mongu føroysku sjúklingarnar, børn og ung við sálarligum ella kropsligum avbjóðingum, sum vórðu send til Danmarkar, uttan at foreldur ella avvarðandi sluppu við.
Soleiðis stendur um leikin á heimasíðuni hjá Maggies. Sunnudagin 10. november frá klokkan 17 verður kafein í Nólsoy karmur um fyrstu sýningina av leikinum í eina tíð.
Jógvan Andrias fer aftur - á heldur øðrvísi hátt - at fortelja um tey, ið vóru send til Danmarkar, tí umstøður ikki vóru til viðgerð í Føroyum. Eisini um tey, sum sótu eftir, umframt tey sum gjørdu tað gjørligt at fáa føroyskir sjúklingar í Danmark aftur til Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald