Innanlands

Fara at hála hvalin av hólmanum um fýratíðina

Bíða eftir kyrrindum áðrenn endi verður settur á hamarskjølin

2019-03-25 14:46 Author image
Ingi Samuelsen

Vaktarskipið Brimil hevur í dag ligið út fyri Kirkjbubø, har ætlanin er at fáa ein enda á nebbafiskin, sum rak upp á Kirkjubøhólm í illveðrinum fríggjadagin.

Í løtuni bíða teir eftir kyrrindum.

- Tað rak ov hart, vit sluppu ikki rættiliga framat, frætta vit av brúnni á Brimli.

Nú verður bíða til kyrrindi vera klokkan 16. Tá er ætlanin at fáa ein enda um hamarskjølin á hvalinum og draga hann av hólmanum.

Talan er um ein ungan kallhval. Hann er um 17 metrar langur og verður mettur at vita 15 tons. Hvalurin hevur ikki ligið leingi deyður á sjónum – teir meta okkurt um eina viku.

Ætlanin er at sleipa hvalin einar 30 til 40 fjórðingar suðureftir og so sleppa honum har.

- So sleppur náttúran sjálv at orðna rest. Tað er soleiðis, vit plaga at gera við rovini av stórhvali, sum rekur á land, siga teir á Brimli.

Filmsupptøkurnar hava Loftmyndir gjørt

 

placeholder
placeholder