Um vit leita aftur til tveir dagar undan jólum í 2022, tá hetta landsstýrið varð kunngjørt í Tinganesi, so er tað helst nógv sum minnast, at nýggi landsstýrismaðurin við samferðslumálum, Dennis Holm, varð siteraður fyri at siga, at borurin til nýggja Suðuroyartunnilin verður settur í áðren valskeiðið er hálvrunnið.
Hann fekk ikki rætt í at tað var borurin, ið varð settur í, men ein breið politisk semja er nú gjørd, sum setir verkætlanina veruliga á skinnarar. Harvið er komandi Suðuroyartunnilin so nær við at gerast ein veruleiki, sum ongantíð fyrr, hóast tað enn helst fara at ganga minst tíggju ár til koyrandi verður til Suðuroyar.
Á føðingardegi løgmans
Tað heilt løgna við útsøgnini hjá Dennisi Holm á sinni var tó, at hann ikki hevði fingið loyvi til at úttala seg um Suðuroyartunnilin. Tí Suðuroyartunnilin er ikki ein partur av samferðslumálaráðnum, fekk Dennis at vita frá løgmanni, tí Aksel V. Johannesen skuldi sjálvur taka sær av hesum málinum. Tað visti nývaldi landsstýrismaðurin við samferðslumálum bara ikki av, tá hann varð settur.
Og nú, eitt ár og hálvan ellvinta mánaða eftir at landsstýrið tók við, á sjálvum 52. ára føðingardegi hansara, kundi løgmaður so kunngera breiðu politisku semjuna um Suðuroyartunnilin.
Til hoyringar í dag
Fráboðanin um at ein undirskriving skuldi fara fram í Tinganesi í dag, kom rættiliga óvæntað fyri almenningin.
Men okkurt bendir á, at væl er arbeitt, tí allir flokkar á tingi standa aftan fyri uppskotið til løgtingslóg, sum í dag er sent út til hoyringar.
Bara okkurt einstakt tingfólk er ikki við upp á ætlanina um at fara í gongd við tunnilin nú, hoyrdist sum gongsprát eftir hátíðarhaldið á loftinum í Sjó- og Vektabúðini.
Fimm suðringar og ein dalbingur
Politiski fylgiflokkurin sat klárur at skriva undir saman við løgmanni og Dennis Holm, landsstýrismanni. Í fylgibólkinum eru fimm suðuroyatingfólk og so ein dalbingur: Annika Olsen fyri Tjóðveldi, Jenis av Rana fyri Miðflokkin, Bjarni Hammer fyri Javnaðarflokkin, Jacob Vestergaard fyri Fólkaflokkin, Erhard Joensen fyri Sambandsflokkin, og so Sólvit Nolsøe fyri Framsókn.
Eftir at semjuskjalið var undirskrivað fingu tey øll orðið, og kundu fegnast um, at tað endiliga er tikin avgerð um at Suðuroyggin og suðringar eisini fáa møguleika at gerast ein partur av føroyska meginøkinum, at ung ikki longur noyðast at flyta av oynni at nema sær útbúgvingar, at komandi foreldur ikki noyðast at flyta fyri at kunna føða nýggjar suðuroyingar og at sleppast kann til og frá flogvøllinum uttan at skula nervast av um komandi er til og úr oynni sama dag.
Umframt allar aðrar fyrimunir, sum koma við føstum sambandi.
Tí útbyggingar í samferðslukervinum er altíð gagnlig, og vónin er, at áhugin fyri at búgva og virka í Suðuroy fer at venda við komandi tunnlinum.
Ein neyðug íløga
Semjuskjalið, sum varð undirskrivað í dag sigur, at tíðin nú er búgvin til at taka eitt týðandi stig at fremja Suðuroyatunnnilin. Flokkarnir á tingi eru samdir um at talan er um eina neyðuga íløgu, so verkætlanin kann setast í gongd.
Tað fevnir um ein undirsjóvartunnil millum Djúpadal, norðan fyri Skarvanes á Sandoynni og Sandvík í Suðuroy. Møguleiki skal vera at knýta ein tunnilsarm í Skúgvoy seinni, verður eisini sagt.
Harafturat fevnir ætlanin um farleiðina frá tunnilsvegnum við Líðarenda til Sandoyartunnilin, farleið frá Líðarenda við Sandslíð til tunnilsmunna í Djúpadali við íbynding til verandi veg til Skarvanesar og verandi veg til Skálavíkar. Tunnil millum Sandvík og Hvalba og tunnilsvegir í Sandvík og Hvalba.
Partafelagið Suðuroyartunnilin, sum hevur staðið fyri forkanningararbeiðinum higartil, kemur at standa fyri samlaðu verkætlanini, sum skal góðkennast av Landsverki áðrenn hon verður boðin út. Landsverk skal eisini hava eftirlit við verkætlanini.
Semja er millum politisku flokkarnar um at játta 100 milliónir árðiga á fíggjarlógini komandi ár og í 2026.
Við hesi semjuni er endaliga støðan til Suðuroyartunnilin tó ikki tikin. Hon verður tikin, tá verkætlanin er fyrireikað, prosjekterað og hevur verið í útboði og prísurin er kendur. Tá, eftir ætlan í 2026, skal endalig politisk støða takast við serstakari løgtingslóg.
Fýra túsund milliónir krónur
Aksel V. Johannesen upplýsti í dag, at roknað verður við, at Suðuroyartunnilin kann gerast fyri 4 milliardir krónur til samans. Sjálvur tunnilin við vegum og trygdartiltøkum verður mettur til 3,5 milliardir, Sandvíkartunnil við vegaføring í Sandvík og Hvalba til 400 milliónir og trygdarrúm til 100 milliónir.
Við í teimum 4 milliardinum eru ikki teir vegir á Sandoynni, sum skulu gerast og dagførast. Tað verður mett at kosta millum 100 og 200 milliónir krónur.
Roknað verður við, at landskassin skjýtur eina milliard í verkætlanina (100 milliónir í 10 ár), og íleggingargrunnurin 350 milliónir krónur sum lán, í tó verður rentu- og avdráttarfrítt tey fyrstu árini.
Restin skal fíggjast við lántøku, sum landskassin tekur og tunnilsfelagið rindar aftur.
Aksel V. Johannesen upplýsti á fundinum í dag, at um kostnaðurin verður 4 milliardir, fer byggingin av hava eina jaliga ávirkan á fíggjarlógina við 40 milliónum árliga. Hetta um roknað verður við eini rentu á 3,5 prosent og inntøkurnar frá ferðsluni gjøgnum tunnilin verður 79 milliónir um árið.
Tá er roknað við, at landskassin sleppur undan eini útreiðslu á 146 milliónir í ári í rakstru/endurnýggjan av Smyrli.
Men um kostnaðurin av tunnlinum fer upp á 5 milliardir, verður ávirkan á fíggjarlógina negativ við 23 milliónum krónum árliga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald