Innanlands

Hey ávarar ímóti følskum SMS-boðum

Fleiri føroyingar hava fingið eini SMS-boð, har tað stendur, at tey hava vunnið í Euro Iphone Lotto, men hetta eru følsk boð, sigur Hey.

2019-03-25 20:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroyska telefyritøkan Hey ávarar í dag ímóti følskum SMS-boðum.

Sambært Hey hava fleiri føroyingar fingið eini SMS-boð, har tað stendur, at tey hava vunnið í Euro Iphone Lotto, og síðani verða tey biðin um at senda ein teldupost til adressuna [email protected] fyri at fáa vinningin.

- Hetta eru eini følsk boð, ið vilja snýta móttakaran. Vit viðmæla fólki at lata vera við at svara boðunum, skrivar telefyritøkan á Facebook.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder