Uttanlands

Russland mist nærum 700.000 herfólk

Í oktober vórðu í miðal yvir 1.500 russisk herfólk um dagin særd ella dripin í krígnum millum Ukraina og Russland, sigur bretskur herovasti

Bretdki herovastin Tony Radakin (Mynd: EPA)

Bretdki herovastin Tony Radakin (Mynd: EPA)

2024-11-11 08:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Samlaða talið á herfólkum, sum Russland hevur mist í krígnum í Ukraina, nærkast 700.000.

Tað sigur bretski herovastin, Tony Radakin í samrøðu við BBC.

Hann sigur, at í miðal vórðu yvir 1.500 herfólk um dagin dripin ella særd í oktober, og eru tølini frá farna mánaðinum tey størstu, síðan kríggið byrjaði í februar 2022.

Einki verður sagt um, hvussu nógv herfólk Ukraina hevur mist, men tá Ukraina í februar markeraði, at tvey ár vóru liðin, síðan Russland gjørdi innrás í landið, segði ukrainski forsetin, sambært miðlinum Deutsche Welle, at 31.000 herfólk vórðu dripin seinastu tvey árini.

Í oktober var metingin hjá amerikonskum embætisfólkum, sambært New York Times, at góð 57.500 ukrainsk herfólk vórðu dripin, og at 250.000 vórðu særd.

Sambært Tony Radakin rindar russiska fólkið ein sera høgan prís fyri russisku innrásina í Ukraina. Eftir ætlan fara 40 prosent av almennu útreiðslunum hjá Russlandi í 2025 til verju og trygd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder