Sunnudagin 17. november letur upp listaframsýning við nýggjum verkum eftir listakvinnuni Silju Strøm í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.
– Silja Strøm vísir í síni myndlist evni at arbeiða leitandi og reflekterandi, har filosofiskir, samfelagsligir og eisini humoristiskir vinklar, mangan eru flættaðir saman. Hennara serligi áhugi í málningalistini, og hennara vitan og leitan innan hendan miðil, gevur hyggjaranum eina heilt serstaka uppliving, har hon eisini heilt konkret víðkar um málningalistina sum fyribrigdi, við at arbeiða í fleiri dimensiónum.
– Silja Strøm er ein heilt serlig listakvinna. Hennara verk eru í føroyskum høpi unik og nýskapandi og rúma stórum potentiali, skrivar Gamla Seglhúsið í tíðindaskrivi.
Ferniseringin í Gamla Seglhúsinum verður sunnudagin 17. november klokkan 15.
Hilmar Høgenni kemur at røða, og Sissal Grækarisdóttir Magnussen og Sámal Lindenskov syrgja fyri tónleikinum. Eisini verður okkurt leskandi og lættari ábit, umframt at tað verður møguleiki at heilsa uppá listakvinnuna sjálva.
Framsýningin hongur uppi fram til 10. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald