Uttanlands

Netanyahu góðkendi álop við samskiftisútgerð

Í september sprongdist samskiftisútgerð hjá fleiri Hizbollah-limum í Libanon, og í gjár váttaði talsfólk hjá ísraelska forsætisráðharranum, at Ísrael stóð aftanfyri

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

2024-11-11 10:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talsfólk hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu váttar nú, at Ísrael stóð aftanfyri álopið við samskiftisútgerðini í Libanon 17. september, og at Netanyahu góðkendi álopið.

Undirálopinum sprongdist samskiftisútgerð hjá fleiri limum í Hizbollah-rørsluni. Í minsta lagi 39 fólk lótu lív, og nærum 3.000 vórðu særd.

Hizbollah og nógv onnur løgdu Ísrael undir at standa aftanfyri álopið, men tað var ikki fyrrenn sunnudagin, at Ísrael váttaði hetta, skrivar Ritzau.

Síðan álopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober 2023, sum var byrjanin til núverandi kríggið millum Ísrael og Hamas, hevur Hizbollah javnan skotið rakettir móti Ísrael fyri at vísa samhuga við Hamas.

Ísrael hevur eisini framt loftálop móti málum í Libanon. Eitt nú í gjár lótu í minsta lagi 53 fólk lív í ísraelskum loftálopum ymsastaðni í Libanon, upplýsir heilsumálaráðið í landinum.

Tilsamans eru nærum 3.200 fólk dripin í Libanon síðan oktober í fjør. Harumframt verður boðað frá, at yvir ein millión fólk eru rýmd frá húsi og heimi. Hetta svarar til omanfyri ein sættapart av íbúgvunum í Libanon.

Á ísraelsku síðuni hevur kríggið millum Ísrael og Hizbollah kravt 70 mannalív.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder