Uttanlands

Russland: Putin hevur ikki tosað við Trump

Søgan, sum er borin í fleiri altjóða miðlum, um, at Donald Trump skal hava tosað í telefon við Vladimir Putin, er ikki sonn, sigur talsfólk hjá russisku stjórnini

Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump og russiski forsetin, Vladimir Putin (Savnsmynd)

Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump og russiski forsetin, Vladimir Putin (Savnsmynd)

2024-11-11 11:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár frættist í fleiri miðlum, at komandi amerikanski forsetin, Donald Trump hevði tosað í telefon við russiska forsetan, Vladimir Putin um kríggið í Ukraina.

Hendan søgan varð m.a. deild á heimasíðuni hjá tíðindastovuni Reuters og blaðnum Washington Post, men sambært talsfólki hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov er hon ikki sonn.

– Tað er fullkomiliga skeivt. Tað er rein fiktión. Tað er bara følsk kunning. Har var eingin samrøða, sigur Peskov sambært Ritzau.

Tá hann varð spurdur av journalistum, um Putin hevur ætlanir um at seta seg í samband við Trump, svaraði Peskov, at ongar ítøkiligar ætlanir eru um hetta enn.

Sambært keldum hjá Washington Post skal Trump hava heitt á Putin um ikki at herða kríggið í Ukraina, og eisini varð sagt, at Trump ynskti at hava eina uppfylgjandi samrøðu við Putin um, hvussu ein loysn kann finnast á krígnum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder