Fríggjadagin var samkoma í nýggju hádeildini hjá Sankta Frans skúla.
Nógv fólk var komið saman til hátíðarhaldið. Á skránni vóru røður og eisini framførdu næmingar úr Sankta Frans skúla.
Við nýggju hádeildini fevnir skúlatilboðið í Sankta Frans skúla nú um næmingar úr forskúla til og við 9. flokk, ið hevur verið stórt ynski hjá skúlanum í mong ár.
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Nýggi bygningurin hevur seks skúlastovur, eina nýmótans alis- og evnafrøðisstovu og eitt samantvinnað bókasavn og felagsøki.
Harafturat eru tvey bólkarúm, serrúm til Gigni, Rásina og til bólkaarbeiði. Heiðrikur á Heygum skal listprýða miðhølið í skúlanum við søguni um Guttorm í Múla. Ein mynd er komin niðan í skúlan og ætlanin er, at øll listaverkætlanin er liðug seinni í ár, skrivar Tórshavnar kommuna.
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Býráðið í Tórshavnar kommunu samtykti í februar í 2022, at skúlatilboðið í Sankta Frans skúla skuldi víðkast, og hálvan august í ár kundu 88 næmingar byrja á nýggju hádeildini.
Pláss er tó fyri 150 næmingum og millum 12 og 14 starvsfólkum, so møguleikar eru hjá hádeildini at vaksa munandi innanfyri verandi karmar, vísti borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen á í røðu sínari.
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald