Innanlands

Knapt 54.700 fólk búðu í Føroyum 1. oktober

Talan er um vøkstur á 0,6 prosent, ella 309 fólk, og tað er eitt sindur minni enn undanfarnu 12 mánaðirnar

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-11-11 12:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1. oktober búðu 54.668 fólk í Føroyum, sum eru 309 fleiri enn 1. oktober í fjør, skrivar Hagstovan.

Talan er um vøkstur á 0,6 prosent sum er eitt sindur minni enn undanfarnu 12 mánaðirnar, tá hann var 0,8 prosent, ella 457 fólk.

Hóast fólkatalið framvegis veksur, er vøksturin minkandi. Broytingin er javnt býtt millum burðaravlopið og nettoflytingina. Fólkavøksturin seinastu 12 mánaðirnar kom av einum burðaravlopi á 128 og eini nettoflyting á 181 fólk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Burðaravlopið var minni, serliga, tí færri vóru fødd, og nettoflytingin var minni, tí hóast færri fluttu av landinum enn í undanfarnu tólv mánaðirnar, vóru tað uppaftur færri, sum fluttu til landið, skrivar Hagstovan.

Í kommununum var fólkavøksturin størstur í Tórshavnar, Runavíkar, Nes og Vága kommunum. Í bygdum og býum vaks fólkatalið mest í Tórshavn, á Argjum, í Hoyvík og á Toftum.

Kommunurnar við størstu afturgongd í fólkatalinum vóru Eiðis, Sunda, Vágs og Fuglafjarðar kommunur, har fólkatalið minkaði við um 30 fólkum í hvørjari kommunu seinasta árið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder