Uttanlands

Scholz opin fyri at tosa við Putin

Seinast týski samveldiskanslarin tosaði í telefon við russiska forsetan var í desember 2022

Olaf Scholz, samveldiskanslari í Týsklandi (Mynd: EPA)

Olaf Scholz, samveldiskanslari í Týsklandi (Mynd: EPA)

2024-11-11 16:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týski samveldiskanslarin Olaf Scholz ætlar sær skjótt at tosa við russiska forsetan, Vladimir Putin um kríggið í Ukraina.

Seinast teir báðir tosaðu í telefon saman var í desember 2022, og Scholz sigur í sending hjá sjónvarpsrásini ARD, at hann hevur sett sær fyri at tosa við Putin tá tíðin er røtt, skrivar Ritzau.

– Men eg eri ein ábyrgdarfullur politikari, og eg ætli mær ikki at ganga egnar leiðis, leggur hann afturat. Tá hann verður spurdur, nær tíðin er røtt at tosa við Putin, svarar hann bert, at tað er "skjótt".

Russiska stjórnarskrivstovan hevur enn ikki gjørt nakrar fyrireikingar til eina møguliga telefonsamrøðu millum Scholz og Putin, og talsfólk hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov sigur sambært russisku tíðindastovuni Tass, at Russland ongar ábendingar hevur fingið um, at Týskland ynskir eina samrøðu.

Í samrøðu við ARD sigur týski samveldiskanslarin, at tað er neyðugt at samskifta við  aðrar viðkomandi partar, fyri at fyrireika eina samrøðu við Putin. M.a. er eisini neyðugt at tosa við ukrainar um støðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder