Innanlands

Løgmaður: Ongar ætlanir um at niðurraðfesta umhvørvismál

Samgongan ynskti politiskt at uppraðfesta umhvørvismál, sum tí fekk sítt egna Umhvørvismálaráð, og tí varð nýtt landsstýrisfólk sett fyri Ingilín D. Strøm í staðin fyri at lækka talið á landsstýrisfólkum, sigur løgmaður

Aksel V. Johannesen løgmaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Aksel V. Johannesen løgmaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-11-11 15:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ongar ætlanir eru um at niðurraðfesta umhvørvismál, og tí varð nýtt landsstýrisfólk sett fyri Ingilín D. Strøm, sum legði frá sær sum landsstýriskvinna í umhvørvismálum 24. oktober, eftir at misálit varð lagt fram móti henni.

Tað sigur Aksel V. Johannesen løgmaður í svari til fyrispurning, sum Bárður á Steig Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin setti 29. oktober.

Bárður á Steig Nielsen vildi hava at vita, um løgmaður hevði ætlan um at "halda aftur í útreiðsluvøkstrinum og lækka talið av landsstýrisfólkum og aðalráðum", nú Ingilín D. Strøm hevði lagt frá sær. 

– Tá samgongan varð skipað, segði løgmaður, at hóast fleiri aðalráð vórðu upprættað, skuldi miðfyrisitingin ikki kosta fleiri almennar skattakrónur, men tað er staðfest, at tað ger hon, nú skjótt tvey ár eru farin av valskeiðinum, sigur Bárður á Steig Nielsen.

– Samgongan hevur ongar ætlanir um at niðurraðfesta umhvørvismál, og tí er nýtt landsstýrisfólk sett í umhvørvismálum, sigur løgmaður í svari sínum.

– Samgongan ynskti politiskt at uppraðfesta umhvørvismál, sum tí fekk sítt egna Umhvørvismálaráð, umframt at eitt Barna- og útbúgvingarmálaráð varð stovnað við tí endamáli at tryggja at børn í Føroyum ikki detta niður ímillum skipanir, sum ikki virka nóg væl saman, tí tær eru undir ymiskum málsøkjum, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder