Ein Ph.D.-granskingarætlan undir Heilsugranskingareindini í sjúkrahúsverkinum hevur sett sær fyri at fáa greiði á, hvør hugburðurin hjá føroyingum er til grind.
Skulu vit halda fram at drepa grind, og hvussu nógvir føroyingar luttaka í grindadrápi? Hvussu við dálkingarevnum í grind? Summir føroyingar eta ofta grind, meðan aðrir ongantíð eta grind. Hvørji viðurskifti ávirka, hvussu ofta vit eta grind og um vit eta grind?
Hetta eru nakrir av spurningunum, sum síðst í oktobur vórðu sendir tilvildarliga útvaldum føroyingum í aldrinum 18-70 ár í Mínboks. Kanningin er partur av Ph.D. verkætlan hjá Elsu F. Helmsdal.
Vit vita, at sera ymiskt er kring landið, hvussu ofta føroyingar eta grind. T.d. vísti stóra spurnakanningin hjá Heilsustýrinum frá 2023, at serliga suðuroyingar og sandoyingar eta nógv oftari grind samanborið við restina av landinum. Tað er áhugavert, at munurin er so stórur frá øki til øki, og endamálið við spurnakanningini er m.a. at koma nærri svarinum, hví munurin er so stórur.
Tí vónar Elsa F. Helmsdal, at fleiri fólk frá teimum smærru støðunum í Føroyum vilja svara spurnakanningini, soleiðis at úrslitini eru umboðandi fyri teir ymsu oyggjabólkarnar hvør sær, og ikki einans fyri alt Føroyar samlað.
Tað tekur einans 10-15 minuttir at svara kanningini. Øll, sum svara, hava møguleika at vera við í lutakasti um fimm gávukort virði á 1.000 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald