Valhølini lata upp um smáar 12 tímar, men okkurt bendir á, at veljarin framvegis ikki hevur avgjørt, hvør skal hava atkvøðuna á kommunuvalinum.
Á Portalinum í dag hava vit spurt brúkarar, um tey hava tikið støðu til, hvør skal hava krossin. 63 prosent siga seg hava tikið avgerðina, meðan heili 28 prosent ikki vita, hvar krossurin skal setast.
Níggju prosent siga seg ikki fara á val.
4.699 brúkarar luttóku í atkvøðugreiðsluni sum var tøk frá middegi til klokkan 20 í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald