Ein bilførari og fyritøkan sum hann koyrir fyri, fingu í gjár bót á ávikavist 3.000 og 10.000 krónur fyri at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin við tungum flutningi uttan loyvi.
Tað er soleiðis, at tá stórur flutningur, sum fer yvir eitt vist í hædd og breitt skal flytast eftir vegnum, skal biðjast um serligt loyvi til hetta frá løgregluni.
Vanliga verður loyvi givið, men í loyvinum eru ymsar treytir, millum annað, at tað ikki verður koyrt gjøgnum Eysturoyartunnilin, tá mesta ferðsla er har – tað er millum kl. 7 og 9 á morgni og millum kl. 15 og 18 seinnapartin.
Men um 17-tíðina í gjár fór ein bilur við eini stórar maskinu á einum vogni aftur úr sær, koyrandi gjøgnum tunnilin við kós móti Eysturoy. Hetta var greitt brot á treytirnar, sum vóru givnar til henda tunga flutningin.
Hetta elvdi til, at ein rættiliga long røð av bilum noyddist at koyra við rættiliga lágari ferð aftan á stóra bilinum.
Løgreglan stóð tí fyri bilinum tá bilurin kom út úr tunnlinum. Fyri ikki at hava hildið treytirnar fyri loyvinum, fær bilfærarin eina bót á 3.000 krónur, og felagið, sum eigur bilin skal eisini rinda bót – 10.000 krónur, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald