53 ára gamli senatorurin, Marco Rubio úr Florida, verður helst komandi uttanríkisráðharri hjá USA. Hetta skrivar The New York Times, og vísir til fleiri ymiskar keldur.
Enn hevur Trump ikki váttað hesi tíðindini. Rubio var eisini millum tey, ið vórðu nevnd sum møgulig varaforsetavalevni, áðrenn J. D. Vance varð valdur.
Marco Rubio hevur verið senatorur fyri Florida síðan 2010. Í 2016 royndi hann at gerast forsetavalevni fyri republikanararnar, men tapti valstríð til Trump, sum tá stemplaði hann sum “Little Rubio”.
Síðan tá eru viðurskiftini millum Rubio og Trump batnað, hóast Rubio ikki er tann, ið stendur longst til høgru í politikkinum, skrivar NRK.
Rubio stendur fyri einum harðrendum uttanríkispolitikki mótvegis geopolitisku mótstøðulondunum hjá USA, herundir Kina og Iran.
Í 2019 mælti hann til at fremja eina trygdarkanning av vælumtóktu kinesisku miðlaappini TikTok, og hetta endaði við, at amerikanski parturin av hesum virksemi varð seldur. Hann er eisini kendur fyri á hvørjum ári at tilnevna mannarættinda- og demokratistríðsfólk úr Kina og Hongkong til friðarheiðursløn Nobel’s.
Marco Rubio er av kubanskari ætt – abbi hansara flýddi úr Kuba í 1962. Og hann er harðliga ímóti at USA nærkast kommunistastýra oyggjastadinum. Rubio mælir eisini til, at strangari tiltøk verða sett í verk móti Venesuela til tess at fáa stýrið hjá Maduro frá valdinum, skrivar NRK.
Hóast Rubio hesi seinastu árini hevur nærkast Trump í sínum politikki, so hevur hann eisini verið kritiskur móti komandi forsetanum, millum annað fyri at hava etið døgurða við einum persóni, ið noktar fyri, at Holocaust hevur funnið stað.
Rubio hevur í seinastuni eisini talað fyri, at Ukraina finnur fram til eina samráðingarloysn við Russland heldur enn at royna at vinna aftur tey økini, sum landið hevur mist til Russland hesi seinastu tíggju árini.
Hann var eisini ein av 15 republikanskum senatorum, sum í apríl atkvøddu ímóti einum hernaðarligum hjálparpakka á 95 milliardir dollarar til Ukraina.
- Eg haldi ikki við Russlandi, men tíverri er veruleikin tann, at kríggið í Russlandi einans kann enda við eini samráðingarloysn, segði Rubio við NBC kringvarpsstøðina í september.
Í gjár kundi The Wall Street Journal boða frá, at Donald Trump hevur valt Mike Waltz sum nýggjan trygdarráðgeva. Waltz, ið eisini er úr Florida, hevur eina fortíð sum oberstur í tjóðarhirðini.
Trygdarráðgevin í USA er nærmasti ráðgevi forsetans í spurningum um tjóðartrygd, og tað er eitt embæti við stórari ávirkan. Heldur ikki henda útnevningin er enn váttað av Trump sjálvum.
Eins og Rubio, er Waltz ógvuliga kritiskur mótvegis Kina. Hann hevur víst á kinesiska virksemið í Kyrrahavsøkinum, og heldur, at USA skal fyrireika seg til møguligt stríð í økinum.
Við at velja Rubio og Waltz í hesar týðandi sessirnar á uttanríkispolitiska økinum, kann roknast við, at Kina verður eitt høvuðsmál í uttanríkispolitikkinum hjá Trump-stjórnini, skrivar NRK.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald