35 fólk hava latið lív og 43 onnur komin til skaða eftir at ein bilur tilvitað koyrdi inn í eina fólkamongd í býnum Zhuhai í Kina. Tað upplýsir kinesiska løgreglan.
Kinesiski forsetin, Xi Jinping, heitir sambært Reuters á myndugleikarnar í býnum um at gerningsmaðurin verður revsaður, og at alt verður gjørt fyri at hjálpa teimum, ið hava fingið skaða.
Sambært løgregluni er ein 62 ára gamal maður handtikin eftir hendingina, sum fór fram mánakvøldið, lokala tíð, skrivar AP. Løgreglan sigur, at kanningarnar av hendingini halda fram.
Enn er ikki nógv meira komið fram um hendingina, sigur journalisturin Philip Róin, korrespondentur hjá Danmarks Radio í Kina.
- Á filmsbrotum sær út til, at talan er um skúlanæmingar, sum vóru úti og runnu næhendis ein ítróttaleikvøll, og at tey vórðu ákoyrd við vilja. Men enn er hetta ikki váttað, skrivr dr.dk frá Philip Róin.
DR skrivar, at myndugleikarnir hava tikið avgerð um fyribils at sensurera internetið, og at myndir frá hendingini verða tiknar av sosialu miðlunum.
BBC skrivar, at hert eftirlit er annars í býnum Zuhai, har tað í hesum døgum verður hildin ein stór altjóða framsýning av flogførum, China International Aviation and Aerospace Exhibition, eisini kallað Zuhai Air Show.
Zhuhai liggur við kinesisku suðurstrondina í Guangdong landslutinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald