Rás 2 sendir frá kommunuvalinum stóran part av degnum.
Byrjað verður at senda beinleiðis úr studio kl. 15 við upptakt, samrøðum og greiningum, og frá kl. 19 fer sendingin í størri mun at snúgva seg um ítøkiligu úrslitini á valstøðunum kring landið. Vitjað verður kring landið, og fólk kunnu skriva inn til studio á tlf. 781214.
Rás 2 hoyrist vanliga á FM og á netinum. Í kvøld verður tó eisini møguleiki at síggja tað, sum fer fram í studio. Tað verður sum stroyming á youtube. Tað er Raclip, sum hevur sett útgerð upp fyri Rás 2 til høvið. Rás 2 sendir sostatt bæði ljóð og sjón á FM, Rás 2 appini og á Youtube frá klokkan 15 í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald