Yerevan, Armenia (Portalurin): Tað er langt úr Kaukasus-økinum í vestara parti av Asia til Vaglið, Nólsoyar Pálsgøtu og øll hini støðini í Føroyum, har býráð og bygdaráð sita.
Eftir langan ferðadag í gjár, kom føroyska fótbóltsferðalagið uppá pláss her eftir midnátt.
Sí eisini: Loksins lendir í Yerevan
Tað verður midnátt í Yerevan, tá valstøðini í Føroyum lata aftur, og tískil verður tað út á náttina, um spælarar, leiðarar og miðlafólk skulu fylgja við.
Á langa túrinum - yvir fýra tíðarsonur og við trimum flogtúrum - merktist eisini eitt sindur til, at kommunuval er í Føroyum. Tað varð umrøtt heilt fitt á ferðini millum spælarar og leiðarar.
15 av spælarunum í hópinum hava valrætt í Føroyum - hinir spæla uttanlands. Teir búgva í fimm ymiskum kommunum, og flestu teirra høvdu greitt atkvøðu, áðrenn leiðin gekk til Armenia, nú ikki bar til at fara á valstað valdagin.
Onkur hevði havt so ringar stundir fríggjadagin áðrenn "lukkitíð", at tað ikki eydnaðist.
Í øllum førum er tað ikki bara fótbóltur, sum fyllir í føroysku leguni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald