USA metir, at Ísrael hevur gjørt framstig í handfaringini av neyðhjálp til Gaza, og tí fer USA ikki at strika hernaðarstuðulin til Ísrael, sigur amerikanska uttanríkismálaráðið.
Í brævi til ísraelsku stjórnina hótti USA í oktober við at strika stuðulin til Ísrael, um landið ikki innan 30 dagar bøtti um støðuna í Gaza.
Freistin hjá Ísrael var í gjár, og fyribils metir USA ikki, at ísraelar bróta amerikonsku lóg, eftir at Ísrael hevur sett fleiri tiltøk í verk fyri at bøta um veitingina av neyðhjálp til Gaza, sigur talsfólk hjá amerikanska uttanríkismálaráðnum sambært Ritzau.
Ísrael er á góðari leið, men Ísrael má gera meira fyri at bøta um støðuna, tí humanitera støðan í Gaza er framvegis ikki nøktandi, verður lagt afturat.
Tað var 13. oktober, at amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Antony Blinken og amerikanski verjumálaráðharrin Lloyd Austin sendu ísraelsku stjórnini bræv, har boðað varð frá ítøkiligum tiltøkum, sum Ísrael skuldi seta í verk innan 30 dagar fyri ikki at missa stuðulin frá USA.
Sambært talsfólki hjá amerikanska uttanríkismálaráðnum verður støðan leypandi eftirmett, og seinastu 30 dagarnar er m.a. latið upp fyri fleiri farleiðum, og veitingar av neyðhjálp eru tiknar uppaftur.
Síðan kríggið í Gaza brast út í oktober 2023, hevur verið umfatandi trot á vatni, mati og øðrum neyðsynjarvørum í Gaza, og Ísrael er ferð eftir ferð lagt undir ikki at loyva nóg nógva neyðhjálp at koma inn í Gaza.
Hóast neyðhjálp er sloppin inn í Gaza, gera avmarkingar og bardagar tað trupult at býta út neyðhjálp í økinum.
Sambært amerikanska miðlinum PBS siga almenn hagtøl hjá Ísrael, at í oktober sluppu í miðal 57 lastbilar við neyðhjálp inn í Gaza um dagin, og higartil í november er talið 75. ST-stovnar siga tó, at teir hava bert tikið ímóti 39 lastbilum um dagin síðan fyrst í oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald