Uttanlands

Fyrsta rakettálop á Kyiv síðan august

Ukrainska loftverjan hevur fingið fatur á fýra rakettum og 37 dronum

Sløkkiliðsfólk í Kyiv (Mynd: Reuters)

Sløkkiliðsfólk í Kyiv (Mynd: Reuters)

2024-11-13 10:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri fyrstu ferð síðan august hevur Russland í nátt og í morgun skotið rakettir eftir ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv.

Ukrainska loftverjan hevur fingið fatur á fýra av seks rakettum og 37 av 90 dronum tvørturum landið. Ongar fráboðanir hava verið um størri skaðar ella fólk, sum hava latið lív í Kyiv, skrivar Ritzau.

Ein 48 ára gamal maður fekk tó skaða av niðurdotnum vrakpettum, og eisini kyknaði eldur í einari goymslu í ukrainska høvuðsstaðarøkinum.

Kyiv verður javnan rakt av dronum, og seinastu vikurnar hava dronuálop verið nærum hvørja nátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder