Annika Steintórsdóttir verður varaborgarstjóri í Klaksvík

Fýra flokkar fara í samgongu og halda vinnaran á valinum, fólkaflokslistan, uttanfyri

Savnsmynd av Anniku S. Biskopstø og Karl Johansen, sum koma at standa á odda fyri Klaksvíkar býráð komandi fýra árini

Savnsmynd av Anniku S. Biskopstø og Karl Johansen, sum koma at standa á odda fyri Klaksvíkar býráð komandi fýra árini

2024-11-13 13:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Samráðingarnar millum Sambandsflokkin, Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrið um at skipa samgongu uttan um Fólkaflokkin, ið annars gjørdist stóri vinnarin á býráðsvalinum í Klaksvík í gjár, eru í gongd í løtuni.

Karl Johansen, borgarstjóri, upplýsti fyri Kringvarpinum fyri løtu síðani, at hann eftir ætlan heldur fram sum borgarstjóri, meðan Annika Steintórsdóttir Biskopstø, ið varð toppskorari á tjóðveldislistanum, verður varaborgarstjóri.

Sostatt fær Fólkaflokkurin ikki týðandi ávirkan í Klaksvíkar býráð, hóast listin gjørdist nógv størstur við 5 valdum og 39 prosentum at atkvøðunum.

Men hinir flokkarnir telja seks tilsamans, og kunnu harvið skipa smalan meiriluta.

Hesi vórðu vald í Klaksvíkar býráð í gjár.

Fólkaflokkurin 1.396 atkvøður:
Jógvan Skorheim 225
Oddmar á Lakjuni 182
Eyðstein Ó. Poulsen 179
Fríðin Ziskason 173
Atli S. Justinussen 163

Sambandsflokkurin 736 atkvøður:
Karl H. Johansen 355
Hermann R. Samuelsen 154

Javnaðarflokkurin 485 atkvøður:
Signhild V. Johannesen 233

Sjálvstýri 302 atkvøður:
Sylvia Thomsen 70

Tjóveldi 622 atkvøður:
Annika S. Biskopstø 200
Anfinn í Toft 170

Sí myndirnar frá uppteljingini í KÍ-høllini í gjárkvøldið 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder