Uttanlands

Watson: Fongslingin longd til 2. desember

Kanadiski umhvørvisstríðsmaðurin harmast um, at hann ikki sleppur at halda jól við børnum sínum

Watson á veg inn í rættin í Nuuk í dag (Mynd: Leif Josefsen / Sermitsiaq)

Watson á veg inn í rættin í Nuuk í dag (Mynd: Leif Josefsen / Sermitsiaq)

2024-11-13 14:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fongslingin av Paul Watson er longd til 2. desember. 73 ára gamli kanadiski umhvørvisstríðsmaðurin var í dag aftur í rættinum í Nuuk, har varðhaldsfongslingin av honum enn einaferð varð longd.

Á rættarfundinum upplýsti ákærin, at tey framvegis bíða eftir, at løgmálaráðið í Keypmannahavn skal taka støðu til, um Paul Watson skal latast Japan.

Enn einaferð royndi verjin hjá Watson at grundgeva fyri, at Watson eigur at verða leyslatin, tí at tað ikki er ‘proportionalitetur’ millum lógarbrotað, hann er undir illgruna fyri og fongslingina.

Watson sjálvur fekk eisini høvi til at koma við viðmerkingum í rættinum. Hann vísti á, at tað er láturligt at hann skal verða dømdur fyri eina hending í 2014 har ongin kom til skaða, og vísti eisini á, at japanska hvalaveiðan er ólóglig.

Og so harmaðist hann eisini um, at danska rættarverkið ætlar at forða honum í at kunna vera saman við børnum sínum á jólum, skrivar Sermitsiaq. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder