Um fimm ár sleppa danskar fyritøkur ikki longur at prýða seg við kongskrúnu og orðunum “Kongelig Hofleverandør” ella “Leverandør til Det Kongelige Danske Hof”.
Skipanin er ikki tíðarhóskandi, og tí verða ikki fleiri hóvveitarar útnevndir, boðar kongshúsið frá í fráboðan í dag.
Tey, sum í løtuni brúka tað at vera hóvveitari í síni marknaðarføring, sleppa at brúka hetta fram til 31. desember 2029.
Søguliga eru hóvveitarar fyritøkur, sum javnan veittu vørur og tænastur til kongshúsið ella hóvið.
Seinni er hetta heitið latið sum ein serlig viðurkenning til eitt felag, út frá metingum um samfelagsábyrgd og ‘ordiligheit’, skrivar kongshúsið.
Men nú verður tað ikki hildið at vera tíðarhóskandi longur at hava hesa skipan, stendur at lesa í kongaliga tíðindaskrivinum.
Fleiri av núverandi hóvveitarunum veita ikki longur vørur ella tænastur til kongshúsið, meðan fleiri fyritøkur, sum gera tað, ikki eru við á listanum.
Tá trónuskifti var í januar varð sagt, at skipanin við hóvveitarum fyribils varð varð longd í eitt ár, og at ein avgerð um framtíðina hjá skipanini fór at verða lýst í inniverandi ári.
Nú er so avgerð tikin um at lata avgerðina koyra í fimm ár afturat.
Ongin føroysk fyritøka er kongaligur hóvveitari.
Listin yvir núverandi hóvveitararnar sæst á heimasíðuni hjá kongshúsinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald