Innanlands

Smá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnum

Skjótleiki og smidleiki høvdu ein stóran leiklut í føroysku kreppustýringini tá Føroyar vórðu raktar av COVID-19. Rógvi Ólavsson hevur skrivað grein í altjóða tíðarriti um hví Føroyar kláraðu seg lutfalsliga væl gjøgnum koronakreppuna

Long bíðirøð at sleppa fram at til korona-vaccinering í 2020 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Long bíðirøð at sleppa fram at til korona-vaccinering í 2020 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-13 15:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyar kláraðu seg lutfalsliga væl gjøgnum koronakreppuna. Men hví? Og hvussu stórur partur av orsøkini lá í sjálvari kreppustýringini?

Henda spurningin viðger greinin “Small but sturdy: lessons on robust crisis governance from the Faroe Islands, sum Rógvi Olavson, ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, júst hevur fingið út í “Small States and Territories Journal á University of Malta.

Kanningin av COVID19-stýringini vísir millum annað, at treystið í Føroyum sæst aftur í eini javnvág millum stabilitet og broyting, sum eisini hóskaði væl til eitt lítið samfelag sum tað føroyska. Skjótleiki og smidleiki høvdu ein stóran leiklut í føroysku kreppustýringini.

Hóast myndugleikar og stovnar vóru lutfalsliga ófyrireikaðir til COVID19-kreppuna, vísti tað seg, at førleikin til at bera skjótt at og broyta kós í eini handavending legði upp fyri vantandi politiskari viðgerð og fyrisitingarligari planlegging.

Niðurstøðan er, at skulu myndugleikar kunna stýra við treysti í baldrutum støðum, so hava spurningar um tíð og temporalitet avgerandi týdning. Serliga er týdningarmikið at finna røttu javnvágina millum skjótleika øðrumegin og politiska viðgerð hinumegin.

Hóast føroyska COVID19-stýringin ikki var lýtaleys, og hóast stórar avbjóðingar vóru í samfelagnum undir hesum avbjóðandi tíðarskeiði, so vísir kanningin, at eitt lítið og viðbrekið samfelag megnar at seta í verk treystar stýringshættir, sum fáa sum mest burturúr, at samfelagið er lítið, og sum í stóran mun leggja seg upp at skjótleika og smidleika.

Greinin kann lesast her.

[object Object]
Rógvi Olavsson

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder