Uttanlands

Trump aftur í Hvítu Húsunum fyri fyrstu ferð síðan hann fór frá

Tað er vanligt, at sitandi forseti bjóðar nývalda forsetanum í forsetaborgina – Biden fekk tó onga innbjóðing eftir sín valsigur fyri fýra árum síðani

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-11-13 17:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrapartin í dag, amerikanska tíð, settust Donald Trump og amerikanski forsetin, Joe Biden, í Hvítu Húsunum í Washington fyri at tosa saman.

Biden ynskti Trump til lukku við valsigrinum seinasta týsdag.

- Eg síggi fram til eitt smidligt valdsskifti segði Biden og legði afturat at hann og umsiting hansara fara at gera sítt til at tryggja hetta.

Trump kom til Washington D.C. fyrrapartin lokala tíð. Áðrenn hann vitjaði Hvítu Húsini, hitti hann republikansku floksfelagar sínar í Umboðsmannatinginum, skrivar NRK.

Tað er vanligt, at sitandi forseti í USA bjóðar eftirmann sín til Hvítu Húsini. Men Biden fekk tó onga slíka innbjóðing eftir sín valsigur fyri fýra árum síðani. Millum annað tí at Trump ongantíð hevur viðurkent valúrslitið í 2020.

Hetta var fyrsta ferðin, at Trump vitjaði í Hvítu Húsunum síðan hann gavst sum forseti. Hetta var eisini fyrstu ferð at teir báðir hittust síðan nógv umrødda sjónvarpskjakið í summar.

Óvist er hvat forsetarnir skuldu tosa um á fundinum, men Reuters tíðindastovan heldur seg vita, at uttanríkispolitikkur skuldi standa ovarlaga á dagsskránni.

Biden hevur millum annað lagt stóra orku í at tryggja amerikanskan stuðul til Ukraina í krígnum móti Russlandi. Trump hevur hinvegin lovað, at hann ætlar at bera skjótt av og fáa enda á krígnum, uttan at hann tó hevur sagt, hvussu hetta skal gerast, skrivar NRK. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder