Tað er nú greitt, at Jógvan í Skorini tekur við aftur sum borgarstjóri í Eiðis kommunu á nýggjárinum.
Maðurin, ið sat sum borgarstjóri í tvey valskeið frá 2013 til 2020 valdi ikki at stilla upp aftur fyri fýra árum síðani.
Men hesaferð stillaði hann uppaftur, og fekk 96 atkvøður á valinum í gjár og var fyrstvaldur á lista A, sum fekk 4 av sjey býráðslimum.
Í dag eru valdu limirnir á listanum vorðnir samdir um at velja mannin, ið fekk flestar atkvøður til borgarstjóra, skrivar kringvarpið.
Sitandi borgarstjóri á Eiði, Annsy Høghamar, ið hevur sitið í sessinum síðan Rógvi Egilstoft legði frá sær, varð ikki afturvald á valinum í gjár.
Hesi sita í nýggja bygdaráðnum á Eiði
Listi A 283 atkvøður:
Jógvan í Skorini 96
Sigurður Eiriksson 51
Tove Kruse Samuelsen 29
Olaf Fríðheim 29
Listi B 238 atkvøður:
Tonny Snogebæk Kruse 46
Fróði Reinert Petersen 34
Kristian Martin Juul 33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald