Innanlands

Oyndfirðingar varðveita umboðan í Runavíkar býráð

Jóhan Vest og Jonhard Danielsen gjørdust javnir í fínteljingini, og so mátti lutakast til millum hann og Jonhard Danielsen, sum í gjár stóð til at verða afturvaldur í býráðið, tapti lutakastið

Jóhan Vest. Valdur í býráðið eftir fínteljing og lutakast (Savnsmynd)

Jóhan Vest. Valdur í býráðið eftir fínteljing og lutakast (Savnsmynd)

2024-11-13 17:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fínteljingin av valúrslitinum í Runavíkar kommunu hevur nú ført til, at úrslitið ikki er tað sama, sum í gjárkvøldið.

Í gjárkvøldið gjørdist søldfirðingurin Jonhard Danielsen síðstvaldur á lista A, sum vann valið greitt.

Men í dag hevur fínteljing verið, og fínteljingin koppaði úrslitinum, so at tað nú er oyndfirðingurin Jóhan Vest, sum verður nýggjur limir í Runavíkar býráð og ikki Jonhard Danielsen. Hetta visti Dimmalætting at siga seinnapartin.

Í gjárkvøldið stóðu Jonhard Danielsen til at fáa 102 atkvøður, eina atkvøðu fleiri enn Jóhan Vest.

Men í fínteljingini misti Jonhard Danielsen eina atkvøðu, so at bæði hann og Jóhan Vest endaðu við 101 atkvøðum

Tí mátti lutakast til at finna tann síðstvalda á listanum, og hetta lutakastið vann Jóhan Vest.

Harvið mistu oyndfirðingar ikki sína umboðan í Runavíkar býráð. Seinasta valskeið hevur Elin Klein Joensen sitið í býráðnum, men hon stillaði ikki upp hesaferð, og ístaðin kom Jóhan Vest á listan.

Hesi manna komandi býráðið í Runavík:

Listi A 1.742 atkvøður:
Tórbjørn Jacobsen 350
Tóri Højgaard 158
Sigrun Jónsveinsdóttir 128
Arnfinn Langgaard 113
John Andersen 113
Bogi Hansen 110
Terje B. Vestergaard 108
Jóhan Vest 102

Listi B 575 atkvøður:
Jógvan Andersen 174
Pauli Poulsen 130

Listi C 352 atkvøður
Petur Hansen 94

(Tekstur rættaður kl. 18.06)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder