Innanlands

Hava skipað seg í Nes kommunu

Súni í Hjøllum heldur fram sum borgarstjóri. Atli F. Johansen verður varaborgarstjóri

Ein fegin borgarstjóri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ein fegin borgarstjóri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-13 18:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stóri vinnarin í Nes kommunu var sitandi borgarstjórin, Súni í Hjøllum, sum fekk heilar 339 atkvøður, og hann heldur eisini fram sum borgarstjóri.

Nývalda býráðið hevur á fundi seinnapartin í dag einmælt samtykt at skipa seg við Súna í Hjøllum sum borgarstjóra og Atla F. Johansen sum varaborgarstjóra.

Soleiðis skipar býðráðið í Nes kommunu seg.

Fíggjarnevndin
Súni í Hjøllum, form
Atli F. Johansen
Henning Erhardsson Joensen

Varalimir
Høgni Hansen
Niels Jacob Nielsen

Tekniska nevnd:
Høgni Hansen, form
Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi
Rannvá í Túni Petersen

Varalimir
Niels Jacob Nielsen
Atli F. Johansen

Mentanarnevnd: 
Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi, form
Høgni Hansen
Niels Jacob Nielsen

Varalimir
Henning E. Joensen
Rannvá í Túni Petersen

Trivnaðarnevnd:
Rannvá í Túni Petersen, form
Atli F. Johansen
Henning Erhardsson Johansen

Varalimir
Elin Ó. á Torkilsheyggi
Høgni Hansen


Hesi sita í nýggja býráðnum í Nes kommunu

Listi A 824 atkvøður:
Súni í Hjøllum 339
Atli Fróði Johansen 89
Rannvá í Túni Petersen 73
Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi 69
Henning Erhardsson Joensen 67
Høgni Hansen 61

Listi B 131 atkvøður:
Niels Jacob Nielsen 38


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder