Innanlands

Fríggja í allar ættir

Sambært útvarpinum tosar Javnaðarflokkurin nú við aðrar flokkar. Tað sama ger Tjóðveldi

Heðin Mortensen og Javnaðarflokkurin hava í dag verið í samráðingum við millum annað Fólkaflokkin (Mynd: Sverri Egholm)

Heðin Mortensen og Javnaðarflokkurin hava í dag verið í samráðingum við millum annað Fólkaflokkin (Mynd: Sverri Egholm)

2024-11-13 18:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Enn eru allar súðir ikki syftar um býráðsmeirilutan í Tórshavnar kommunu. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi fóru frá samráðingarborðinum fyrr í dag, og fóru at tosa við aðrar flokkar um samgongumøguleikar.

Tað nýggjasta er, at Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin aftur samráðast.

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin byrjaðu annars at samráðast í nátt eftir nakað av telving í Høllini á Hálsi. Samráðst var eina løtu í nátt og partarnir hittust aftur fyrrapartin. Fyrr í dag visti in.fo, at avtala var millum flokkarnar um, at Elsa Berg skuldi vera borgarstjóri.

Sambært útvarpinum fóru partarnir frá borðinum seinnapartin, og Javnaðarflokkurin hevur síðan samráðst við Fólkaflokkin, Kommunulistan og Sambandsflokkin um at skipa samgongu við Heðin Mortensen sum borgarstjóra.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Útvarpið visti eisini at siga, at Tjóðveldi hevur verið í samráðingum við aðrar flokkar.

Sigast má, at spenningurin heldur sær í høvuðsstaðarkommununi.

[object Object]Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen úr Kommunulistanum saman við Heðini Mortensen tá úrslitið varð greitt í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Tjóðveldi gjørdist størsti flokkur í Tórshavnar kommunu við fýra umboðum. Elsa Berg toppskorari við 1007 atkvøðum. Hon fer eftir borgarstjórasessinum, men kann enda við at sita eftir við ongum (Mynd: Sverri Egholm)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder