Tá matstovan Koks fyri einum ári síðani fekk loyvi frá friðingarmyndugleikunum at hava matstovuvirksemi frammi við Gjónna við Leynarvatn, stóð ein gamal grønur skúrur á eini grund beint oman fyri gamla húsini, sum BetriBanki brúkti til frítíðarstað fyri síni starvsfólk.
Hesin grøni skúrur, mest álíkur eini bingju við tveimum vindeygum omaneftir og einari hurð í endanum, klæddur við við hálvrustaðum bylgjublikki, stendur ikki longur.
Í staðin stendur nú ein nýggjur tjøraður bygningur við reising og flagtekju og sprossavindeygum í sama stíli sum húsini frammi við Gjónna. Tað er úr hesum nýggja bygningi, at hámetti og stjørnurósti maturin hjá Koks kemur. Tað her køkurin er.
Umrøddi bygningurin er lítla húsið uttast til vinstru á myndini (Mynd: Ólavur Frederiksen)
Meðan bygningurin enn var grønur, var talan um eitt skýli til fjallfólki hjá bóndanum at fáa sær ein kaffimunn í, tá seyðurin var komin í rætt.
Tað, at Koks slapp at byggja nýtt her, er orsøkin til, at Koks ikki sleppur at reka matstovuvirksemi við Gjónna longur enn til 1. september í ár. Tað framgongur í avgerðini hjá Yvirfriðingarnevndini frá 11. mars í ár. Portalurin hevur fingið innlit í skjølini í málinum.
Koks hevði ætlanir í Kirkjubø
Koks, ella pf. Gist & Vist, sum eigur matstovuna, fekk í fjør fyribils loyvi at reka matstovu í bygninginum hjá Betri samtakinum frammi við Gjónna fram til endan av 2018.
Koks arbeiddi tá við eini endaligari loysn, sum snúði seg um at innrætta matstovu í aldargamla fjósinum í Kirkjubø, framgongur av skjølunum í málinum. Men viðgerðin kom í drag, og fólkini handan Koks, eru seinni komin á aðrar tankar, og hava slept ætlanini í Kirkjubø.
Nú er ætlanin at sleppa at byggja nýggja matstovu aðrastaðni á vestursíðuni av Suðurstreymi, framgongur í skjølunum. Men tað fer at taka minst tvey ár áðrenn henda ætlan kann gerast veruleiki, og tað er orsøkin, at Koks søkti um at leingja loyvið við Leynarvatn við tveimum árum fram til árslok 2020.
Soleiðis sá bygningurin út fyri einum góðum ári síðani
Flestu partar góvu sítt viðmæli
Málið varð sent til hoyringar hjá pørtunum, sum flestallir als einki høvdu ímóti, at matstovan – sum nú var uppstigað frá 1- til 2-stjørnað – fekk loyvi at vera har í tvey ár afturat. Projektið fekk viðmæli frá Tórshavnar kommunu, herundir staðbundnu kollafjarðarnevndini, Búnaðarstovuni, lokalu náttúrufriðingarnevndini fyri Streymoyar Sýslu og Kvívíkar kommunu.
Føroya Sílaveiðifelag, sum var harðliga ímóti fyri einum ári síðani, frámælti eisini hesaferð at geva loyvi við grundgevingini, at ferðslan niðan til húsini var økt orsaka av matstovuvirkseminum, eitt páhald, sum sakførarin hjá Koks hevur víst aftur. Eisini ein privatur borgari – limur í sílaveiðifelagnum – hevði nakrar atfinningar móti ferðsluni og nøkrum inntrivum í náttúruna, sum hann ikki metir vera í tráð við náttúrufriðingina.
Síðsti innstansur til at loyva framhaldandi virksemi var so Yvirfriðingarnevndin, sum kom við síni niðurstøðu 11. mars.
Ikki heimild at geva undantak
Og her er niðurstøðan, at yvirfriðingarnevndin sum so ikki hevur nakað ímóti, at matstovuvirksemi heldur fram. Men tað er bygningurin við køkinum, sum er trupulleikin.
Yvirfriðingarnevndin sigur seg ikki hava heimild, sambært friðingini av økinum, til at loyva verandi virksemi at halda fram í bygninginum, og gevur Gist & Vist freist til 1. september til at handa bóndanum bygningin aftur, so at hann kann brúkast til sama virksemi, sum frammanundan.
Trupulleikin er, grundgevur yvirfriðingarnevndin, at einki nýtt má byggjast á økinum uttan at tað verður brúkt til landbúnaðarvirksemi.
Gamli bygningurin var eitt misprýði fyri økið
Orsøkin til, at Koks yvirhøvur fekk loyvi at hava køksvirksemi á staðnum við dispensasjón í eitt ár er, at nýggi bygningurin kom í staðin fyri ein verandi bygning, sum var eitt misprýði fyri náttúruvakra økið.
Orðarætta orðingin er á donskum: ”Overfredningsnævnet lagde i den forbindelse til grund, at nævnet inden for rammen af dispensationsmuligheder i fredningskendelsen kunne fastsætte en frist på et år, til at bygningen skulle overgå til landbrugsformål. I den forbindelse blev det tillagt betydning, at bygningen erstattede en eksisterende bygning, som skæmmede det naturskønne område”.
Yvirfriðingarnevndin ógildar tí loyvið, sum Koks fekk frá lokalu friðingarnevndini, tí nevndin ikki vil geva loyvi at brúka nýggja bygningin til annað enn landbúnaðarendamál.
Og út frá hesum, kemur nevndin til niðurstøðuna: ”Uanset, at der ikke er holdepunkter for at antage, at selve restaurationsvirksomheden har nogen skadelig påvirkning av naturen på stedet, kan ansøgningen herefter ikke imødekommes”.
Jóannes Jensen segði við útvarpið hjá Kringvarpinum, tá avgerðin hjá Yvirfriðingarnevndini varð kunngjørd í síðstu viku, at matstovan nú fer at arbeiða við at tillaga virksemið frammi við Gjónna, so at Yvirfriðingarnevndin kann góðkenna tað.
(tekstur rættaður kl. 20.30)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald