placeholder
Innanlands

Jórunn er tvífaldur FM vinnari

Í sera harðari kapping hevur tað tvær ferðir eydnast henni at vinna FM fyri handverkslærlingar

Mynd: Vinnuhúsið

Mynd: Vinnuhúsið

2019-03-26 19:19 Author image
Ari av Rana

Tá ið FM-vinnarin innan hárfríðkan skuldi finnast, á Torginum í SMS 1. mars, var niðurstøðan hjá dómarunum trupul at koma fram til: Støðið í kappingini var høgt og javnt – so mikið javnt, at tað bert vóru fá stig millum fyrsta og annað pláss. Men hóast hetta, so tordi vinnarin at fara burtur frá tí vanliga og gera nakað øðrvísi. Avrikið var flott, eygafangandi og fantasifult, somuleiðis var góð symmetri í klippingini, styling og make-up. Samanumtikið var avrikið sera væl gjøgnumført og kreativt, og vinnarin førkaði seg útum tað trygga og kenda.

Jórunn Sofusardóttir á Gravarbø er í læru sum hárfríðkari, hon býr í Klaksík og byrjaði sína lærutíð hjá Salong Evoke. Jórunn er tvífaldur vinnari av FM fyri handverkslærlingar, bæði í 2017 og 2019 gjørdist hon vinnari.

Vinnuhúsið hevur á heimasíðu síni samrøðu við Jórunn, har hon setir orð á hvussu tað var at luttaka í FM, hóast hon er í barsil, hvat hon helt um uppgávurnar og kappingarstøðið millum luttakararnar innan sítt fak og hví hon valdi at fara undir yrkisútbúgving.

Les samrøðuna her.

placeholder
placeholder