Russland hevur í nátt steðgað fleiri ukrainskum loftálopum.
Russiski flogherurin boðar í morgun frá, at 59 ukrainskar dronur vórðu skotnar niður í nátt, harímillum tvær sum høvdu kós móti høvuðsstaðnum Moskva.
45 av dronunum vórðu skotnar niður í landslutinum Bryansk, sum liggur nær við markið til Ukraina. Dronur vórðu eisini skotnar niður í landslutunum Kursk, Belgorod og Tula, boðar russiska verjumálaráðið frá.
Boðað verður ikki frá nøkrum fólkaskaða.
Sambært Reuters hevur Ukraina ikki viðmerkt fráboðanina hjá russiska verjumálaráðnum.
Ukrainska stjórnin hevur fleiri ferðir sagt, at ukrainsk dronuálop inni í Russlandi hava til endamáls at raka russiskt undirstøðukervi sum aftursvar til mongu álopini á Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald