Uttanlands

Ukraina: Fleiri latið lív í russiskum rakettálopum

11 fólk lótu lív, og 89 vórðu særd, tá ein íbúðarbygningur í ukrainska býnum Sumy varð raktur av einum russiskum rakettálopi í gjárkvøldið, og í morgun vórðu átta dripin, og 18 særd, tá havnabýurin Odesa varð raktur av rakettum

Sløkkiliðsmaður í býnum Sumy (Mynd: Reuters)

Sløkkiliðsmaður í býnum Sumy (Mynd: Reuters)

2024-11-18 11:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt russiskt rakettálop á ukrainska havnabýin Odesa hevur í dag kravt í minsta lagi átta mannalív.

Umframt hetta er 18 onnur fólk særd, harav fýra eru álvarsliga løstað, upplýsir guvernørurin í Odesa-landslutinu, Oleh Kiper.

Í gjárkvøldið lótu í minsta lagi 11 fólk lív, tá ein íbúðarbygningur í ukrainska býnum Sumy varð raktur av einum russiskum rakettálopi.

Tilbúgvingin í Sumy upplýsir, at umframt tey 11, sum lótu lív, vórðu 89 fólk særd, skrivar Reuters.

Íbúðarbygningurin hevði níggju hæddir. 90 íbuðir í bygninginum fingu skaða, og yvir 400 fólk vórðu flutt burtur úr økinum. Eisini varð undirstøðukervið rakt í álopinum, og tað hevði við sær, at býurin misti streymin.

Sumy liggur nær við markið til Russland. Áðrenn kríggið í Ukraina byrjaði í februar 2022 búðu umleið 265.000 fólk í býnum.

Sunnumorgunin varð Ukraina eisini rakt av einum stórum russiskum álopi, sum sambært Ritzau var ógvusligasta álopið, Russland hevði framt móti Ukraina í fleiri mánaðir.

Umleið 120 rakettir og 90 dronur vórðu skotnar yvir Ukraina sunnumorgunin, harav nógvar vórðu skotnar niður. Sjey fólk lótu lív, og fleiri partar av Ukraina mistu streymin orsakað av álopinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder