Mentan

Jón Magnus Joensen sýnir fram í Smiðjuni

Yvir 30 størri og smærri málningar eru við, myndevnini eru flestu frá høvuðsstaðarøkinum

2024-11-19 09:37 Author image
Innsent
placeholder

Í døgunum frá 22. til 26. november hevur Jón Magnus Joensen málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.

Myndevnini á framsýningini eru flestu frá høvuðsstaðarøkinum og lýsa hetta á ymsan hátt. Tað eru fleiri enn 30 málningar við á framsýningini, bæði størri og smærri.

Umframt málningarnar, so eru nógvar myndir, ið eru málaðar við akryl á pappír. Hesar hanga ikki uppi.

Jón hevur málað frá ungum árum, og hevur síðan tá havt sjálvstøðugar málningaframsýningar við jøvnum millumbili. Harav fleiri í Smiðjuni í Lítluvík. Hann hevur eisini luttikið bæði á felags framsýningum og sensureraðum framsýningum.

Jón var á listaskúla í Danmark í 2003. Stílurin er ekspressionistiskur við naturalistiskum eyðkennum. Málningarnir eru litfagrir, har ljósið spælir sín leiklut.

Jón er argjamaður og býr á Toftum. Her hevur hann egið atelier.

Framsýningin er opin fríggjadagin kl. 15 til 19 og til og við týsdagin frá 11 til 18, sunnudagin tó frá kl. 14. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder