Í gjár, 18. november, varð avtala gjørd millum Eiðis kommunu og fyritøkuna Búð Sp/f um “Húsið millum Vatna”.
Heimasíðan eidi.fo skrivar, at talan er um avtalu í samband við uppsetan av stuðlamúri. Hetta arbeiðið varð boðið út millum fýra lokalar fyritøkur fyrr í ár.
- Verkætlanin handan húsið byrjaði í 2021, og allir viðkomandi bólkar, ið ætlandi koma at nýta húsið hava haft møguleika, at koma við ynskjum sínum um húsið, umframt at serkøn fólk hava verið innyvir verkætlanina.
Húsið millum Vatna skal vera eitt savnandi stað, ið húsar frítíðarvirkseminum hjá frítíðarskúlanum, ungdómshúsinum og eldrafelagnum.
Ætlanin og vónin er, at hesir tríggir aldursbólkar fáa stóra gleði burturúr húsinum, og sleppa at skipað fyri tiltøkum av ymsum slag, bæði saman og hvør sær, skrivar eidi.fo at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald