Tað eru ikki tey bestu veðurlíkindini - ella koyrilíkindini - í løtuni. Tað er hálka, sum órógvar.
Sambært yvirlitinum hjá Landsverki yvir koyrilíkindi er hált í støðum um alt landið.
Til ber at fylgja við ovast á forsíðuni hjá Portalinum, har slíkir bjálkar eru. Har ber eisini til at trýsta seg inn á síðuna hjá Landsverk
Sagt verður frá verri veðri seinni í dag. Tað fer at kava meira kring landið, og veksur hann um vindin.
Í summum støðum fer miðalvindferðin upp ímóti 20 m/s, tá vit eru komin nakað út á seinnapartin.
Sí eisini: Tveir túrar hjá Smyrli avlýstir vegna veður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald