Innanlands

Var óvanliga hált á Sundi í gjár

Løgreglan váttar, at tað tíbetur bert var materiellur skaði í ferðsluóhappinum týsdagin: - Tað var sum á kalvabaki, og eingin verður skuldsettur

Annar bilurin fekk so mikið av skaða, at hann fekk ikki koyrt av staðnum. Hetta var høvuðsorsøkin til, at bíðirøðir vóru

Annar bilurin fekk so mikið av skaða, at hann fekk ikki koyrt av staðnum. Hetta var høvuðsorsøkin til, at bíðirøðir vóru

2024-11-20 11:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár skrivaðu vit um eitt ferðsluóhapp á landsvegnum millum Sund og Sandvíkarhjalla. Langar bíðirøðir stóðust av støðuni, tá ein bilur ikki fekk ferðina nóg nógv niður í hálkuni og rendi í bilin frammanfyri seg.

Sí eisini: Bliur gleið í hálkuni

Tíbetur var eingin fólkaskaði til óhappið, sum hendi um 16-tíðina týsdagin. Hetta váttar vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn fyrrapartin.

Ein persónur varð koyrdur á Landssjúkrahúsið fyri at kannast, men einki álvarsamt hendi. 

Annar bilurin fekk so mikið av skaða, at hann fekk ikki koyrt av staðnum. Hetta var høvuðsorsøkin til, at bíðirøðir vóru.

Vaktleiðarin upplýsir, at bilurin ið rendi á, ikki verður skuldsettur fyri ikki at halda frástøða.

- Tað var simpulten so hált - tað var óvanliga hált og sum á kalvabaki. Eingin kundi sum so gera nakað øðrvísi í støðuni, staðfestir vaktleiðarin.

Eisini í dag boðar Landsverk frá hálku kring landið.

Sí eisini: Boðað frá hálku kring alt landið

Í mun til ferðslu í gjár, so var eitt mál, har ein bussur tók í ein persónbil, sum stóð parkeraður: Bussførarin sá ikki bilin - her tekur tryggingin við. Fimm nummarplátur vórðu eisini tiknar í nátt, upplýsir vaktleiðarin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder