Innanlands

Birita hevur tikið sætið á tingi

28-ára gamla klaksvíkskvinnan avloysir Ingilín Didriksen Strøm, sum er í stuttum farloyvi. Birita Matras Petersen fekk 159 atkvøður á Javnaðarlistanum til løgtingsvalið í 2022 og er fyri aðru ferð á tingi

Birita Matras Petersen hevur júst lokið útbúgving sum søgufrøðingur á Fróðskaparsetri Føroyar og hevur millum annað verið virkin í SU (Mynd: Javnaðarflokkurin)

Birita Matras Petersen hevur júst lokið útbúgving sum søgufrøðingur á Fróðskaparsetri Føroyar og hevur millum annað verið virkin í SU (Mynd: Javnaðarflokkurin)

2024-11-20 12:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Til dagsins tingfund, har munnligir fyrispurningar eru á skránni, hevur 28 ára gamla Birita Matras Petersen hevur í dag tikið sæti á løgtingi fyri Javnaðarflokkin.

- Birita er úr Klaksvík og hevur júst lokið útbúgving sum søgufrøðingur á Fróðskaparsetri Føroyar. Hon hevur í fleiri ár verið virkin á Norðoya Javnaðarfelagi og í ungmannafelagnum SU, skrivar Javnaðarflokkurin

Birita avloysir Ingilín Didriksen Strøm, sum nú er løgtingskvinna, men er í farloyvi í eina viku. 

Á løgtingsvalinum í 2022 fekk Birita Matras Petersen 159 atkvøður. Hetta er aðru ferð at Birita tekur sæti á løgtingi fyri Javnaðarflokkin.

Til ber at fylgja løgtingsfundinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder