Innanlands

Ætla at fáa greiðu á fløktu støðuni í Vági í dag

Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag hevur eitt slag av kreppufundi í dag, skriva bæði Frihedsbrevet og dimma.fo. Levi Mørk ynskir breiðu semjuna - bara uttan Bjarna Johansen. Sitandi borgarstjórin hevur vent sínum flokki baki fyri at halda fram

Har er einki samljóð millum Bjarna Johansen (til vinstru) og Levi Mørk (til høgru) longur (Savnsmynd: Bjartur Vest)

Har er einki samljóð millum Bjarna Johansen (til vinstru) og Levi Mørk (til høgru) longur (Savnsmynd: Bjartur Vest)

2024-11-20 13:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stóra stríðið um samgongu og borgarstjórasess í Vági er lagt út á blik. Nú beint yvir ein vika er liðin síðani kommunuvali, er Vágs kommuna tann, ið størst óvissa er um.

Ein breið semja millum teir tríggjar flokkarnar í Vági, Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, lá sambært Frihedsbrevet skjótt á borðinum. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, sum hava verið í samgongu, fóru tó skjótt burtur frá størsta flokkinum á valinum. Serliga serliga vantandi nevndarsessir.

Og so var tað borgarstjórasessurin: Hann skuldi ikki til fyrstvalda á størsta lista, Arna Brattaberg, men til mannin við flest atkvøðum: Levi Mørk. Hann hevur gjørt vart við seg seinastu setuna og yvirhálaði sitandi borgarstjóran, Bjarna Johansen, í atkvøðum (131-108).  

Tá alt var til reiðar at skriva undir hjá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum sunnukvøldið, boðaði Bjarni Johansen úr Javnaðarflokkinum brádliga frá, at hann ikki fór at skriva undir. Í staðin hevði hann av sínum eintingum kastað saman við Tjóðveldi og skuldi tískil gerast borgarstjóri.

Les meira: Kúvending í Vági: Levi Mørk kortini ikki borgarstjóri

Hetta vildu hini fýra tó ikki spæla við í hesum. Tey møttu ikki upp mánamorgunin, tá nýggja býráðið skuldi skipast. Harvið var fundurin ikki viðtøkuførur og seinastu stóru tvey samdøgrini hevur alt hingið í leysari luft.

Bólturin liggur hjá lokalfelagnum - royna at savnast í kvøld

Jens Petur Brattalíð er virkandi formaður í Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag. Formaðurin er annars beiggi Bjarna Johansen - og hann er til skips. Frihedsbrevet skrivar, at har eisini er ein familjulimur hjá Levi Mørk í lokalfelagnum.

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, gjørdi í KVF í gjár greitt, at hann ikki fór at leggja seg út í hetta málið.

Jens Petur Brattalíð sigur við dimma.fo, at fundirnir millum limirnar í gjár hava ikki ført til nakra niðurstøðu. Sostatt er ætlanin at møtast aftur í dag saman við býráðslimunum fyri flokkin. Eingin av teimum, uttan Levi Mørk, er higartil komin við einari almennari viðmerking.

Sambært Frihedsbrevet verður hetta klokkan 16, og síðani er vónin, at býráðslimirnir kunnu savnast klokkan 18 til skipandi býráðsfund. Tað er tó als eingin vissa fyri at hesin verður viðtøkuførur heldur - tað kann í øllum førum ikki væntast, at tað verður friðarligt.

Fyrst skal ein innahýsis loysn finnast í lokalfelagnum, sum hevur ein sitandi borgarstjóra, sum hevur vent sínum flokki baki - millum annað fyri sjálvur at gerast borgarstjóri.

Levi Mørk sigur eisini við miðilin, at tað tykiskt sum "alt er á borðinum" í løtuni. Toppskorarin á Javnaðarlistanum ynskir tó framvegis eina breiða semju - bara uttan Bjarna Johansen: - Vit eru Javnaðarflokkurin, og tað, sum hann hevur gjørt, kann ikki góðtakast, sigur Levi Mørk við Frihedsbrevet.

Hann hevur eisini rætt hondina út til Arna Brattaberg. Fyrstvaldi á Tjóðveldislistanum segði í Degi og viku týskvøldið, at eisini hann helst ynskir eina breiða semju.

Soleiðis er Vágs býráð mannað:

Listi B 197 atkvøður
Marin Malena Hentze Gaardlykke 44
Erhard Joensen 42

Listi C 341 atkvøður
Levi Ryggshamar Mørk 131
Bjarni Johansen 108
Rakul Nolsøe í Lágabø 28

Listi E 347 atkvøður
Arni Brattaberg 120
Bárður Gunnarstein Nielsen 47
Rógvi Kærbech 36
Jónleyg Olivia Finnsdóttir 31

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder