Eftir at nógv kavaavfall hevur verið í dag, eru vánalig koyrilíkindi um alt landið í løtuni.
Hartil er nógvur vindur eisini og væntast kann at vindurin øtlast út móti kvøldið.
Tað er ikki koyrandi eftir Vestmannavegnum í løtuni, boðar Landsverk frá. Eisini verður boðað frá nógvum jarðroki frá Sandavági og niðan á Háls.
Eisini verður heitt á bilførarar um at vísa varðsemi millum Fjarða í Eysturoynni, har tað hevur verið eitt ferðsluóhapp.
Eisini Strandferðslan og Bygdaleiðir hava nógvar avlýsingar og seinkingar. Fylgið við á ssl.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald