Innanlands

Búnað akvavitt til jóla

Løgurin hevur ligið og búnað á fleiri ymiskum tunnum, m.a. sjerri, so akvavittið er vorðið meira avrundað við spennandi smakkum

2024-11-20 16:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Akvavitt er mest siðbundna spiritus í Føroyum. Onki hevur sum tað so tætt tilknýti til veitslulag, høgtíðir og serligar løtur so sum brúdleyp, jól og ólavsøku. Tí var fyrsti løgurin, ið Faer Isles Distillery gjørdi, sjálvandi eitt akvavitt.

Men sum ein whisky-framleiðari, ið dagliga fæst við tunnur til búning, var upplagda næsta stigið at búna akvavitt á tunnu. Nú kemur tí teirra “Cask Matured Akvavit” á marknaðin – eitt fatlagrað akvavitt, ið er búnað á fleiri ymiskum tunnum m.a. sjerri, har tað er blivið meira avrundað, milt og fult av spennandi smakkum.

Smakkipanelið hjá Faer Isles Distillery, ið er samansett av fremstu fakfólkunum á økinum í Føroyum, brúktu m.a. hesi lýsingarorðini: karamell, rosinir, viólir, mandarin og sjokuláta. Harumframt elegant, samansett og við longum ráka. So hetta er ein løgur, ið er væl egnaður til jólaborðið.

Í Føroyum, Íslandi, Svøríki og Danmark verður akvavitt oftast skonkt í snapsaglasi og drukkið í einum – ofta enntá kølt. Her er akvavitt búnað á eikitunnu ikki so vanligt. Tað er tað tó í Noregi, haðani vit kenna sløg sum Linie Aquavit og Lysholm.

Eins og í Noregi eigur nýggja fatlagraða akvavittið frá Faer Isles at verða skonkt í stovuhita og hóskar væl til jólamatin men er eisini sera væl egnað at drekka bert.

Í ovurmorgin, fríggjadagin, verður Batch 1 at fáa í Rúsuni kring landið, á flogvøllinum og umborð á Norrønu. Umboð fyri Faer Isles Distillery verða í Rúsuni í Havn frá kl. 14 og á flogvøllinum frá kl. 10.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder