Innanlands

Nú er koyrandi um Hálsin aftur

Vágatunnilin er eisini latin uppaftur fyri ferðslu báðar vegir – roknað verður við at Vestmannavegurin letur upp heilt skjótt

2024-11-20 18:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan boðar nú kl. 18.45 frá, at nú koyrir ferðslan normalt aftur um Hálsin í Sandavági, og at Vágatunnilin hevur latið upp aftur fyri ferðslu báðar vegir.

Avgjørt varð at steingja farleiðina seinnapartin, tí tað stóðu so nógvir bilar fastir í brekkuni niðan á Háls.

Maskinur frá Landsverki hava nú rudda vegateinin og hjálpt strandaðu bilunum yvirum, so nú er koyrandi aftur.

Vegurin til Vestmannar er ikki latin uppaftur enn. Tað standa heilt fitt av bilum oman fyri Kvívík og bíða eftir líkindum at sleppa um Høgareyn. Boðini frá landsverki ljóða nú, at tað verður heilt skjótt at vegurin verður latin uppaftur.

Viðvíkjandi vegnum til Gjáar er eitt sindur meira ivasamt. Men ætlanin er at senda eina maskinu norður, so at tað verður koyrandi aftur í kvøld, veit vaktleiðarin hjá løgregluni at siga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder