Mentan

Nýtt Bezzerwizzer á føroyskum

Tað bleiv útselt rættiliga skjótt seinast, men nú er nýtt spæl gjørt við næstan 3000 nýggjum spurningum

2024-11-20 22:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í oktobur 2022 kom Bezzerwizzer út fyri fyrstu ferð á føroyskum, við 2.400 spurningum um føroysk og útlendskt viðurskifti. Hetta hevur verið eitt heilt væl umtøkt spurnaspæl, so arbeitt hevur verið uppá, at geva út eina nýggja útgávu síðani summarið 2023. Hetta er nú vorðið til veruleika.

Ein spildurnýggja útgáva er á veg og kann longu bíleggjast. Í nýggju útgávuni eru 2.940 spildurnýggir spurningar um føroysk og útlendsk viðurskifti. Í 2024 útgávuni eru smærri broytingar í evnunum, tí nú kanst tú m.a. fáa spurningar um "Kend fólk" og "Sjónvarpsrøðir".

Hetta er eisini ein grønari útgáva, tí her er einki plast í. Eskjan, spæliplátan, eskjan við spurningum, spurnabløðini og ymiskt annað er úr endurnýtslupappíri, posin við spælikubbum er úr bummull, kubbarnir eru úr træ og teir eru málaðir við vatnbaseraðari máling, sigur Hugnaløtur, sum gevur spælið út.

Umframt at nýggja útgávan kann bíleggjast, koma spølini í handlar kring landið hesa vikuna og í næstu viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder