Innanlands

Løgreglan nógv at gera tá kavin brast á

Fleiri ferðsluóhapp vóru í gjár – 23 sett av nummarplátum klipt í nátt

2024-11-21 08:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan hevði út at gera í sambandi við nógva kavan, sum kom niður seinnapartin í gjár og tíðliga í gjárkvøldið.

Fyrsta fráboðanin kom kl. hálvgun trý, tá ein bilur fór “partvíst út av vegnum” við landsvegin millum Fjarða. Bilførarin lat bilin standa við tendraðum ávaringarljósum, og tí varð ávarað um vanda á leiðini.

Hálvan tíma seinni var ein samanstoytur á vegnum millum Fjarða, men hevði vistnokk ikki samband við áðurnevnda bil, ið varð farin partíst útav.

Óhappið hendi tá tað knappliga kom nógv jarðrok, og sýnið gjørdist so ringt, at ein bilur valdi at støðga upp. Ein annar bilur, sum koyrdi aftanfyri, í góðari frástøð, valdi ikki at støðga, hóast sýnið var so at siga einki. Rendi upp í bilin frammanfyri, og skaðin var so mikið stórur, at vandi er fyri, at báðir bilar gjørdust vrak.

Klokkan 15 kom fráboðan til løgregluna frá einum útlendskum bilførara, sum hevði koyrt seg fastan á Oyggjarvegnum á Streymoynni. Boð vóru send til Landsverk um at koma bilinum til hjálpar.

Um 16-tíðina kom so fráboðanina um ferðsluruðulleika á strekkinum millum tunnilsmunnan í Vágum og Hálsin í Sandavági. Landsverk sendi løgregluni umbøn um at steingja fyri ferðsluni, og avgerð varð tikin um at seta bumm fyri tunnilsmunnan Streymoyarmegin. Ikki fyrr enn kl. 18.30 varð tunnilin latin upp fyri ferðsluni aftur.

Ósemja um hvør hevði ábyrgdina

Áðrenn kavin brast á í gjár, var eitt ferðsluóhapp í Havn, har tríggir bilar vóru íblandaðir, og har bilførararnir ikki kundu semjast um, hvør hevði skyldina.

Við eitt vegamót umbestemmaði ein bilførari seg tá hann ætlaði at koyra út, og valdi tí at bakka innaftur. Bilførarin aftanfyri bakkaði undan, og rendi upp í ein triðja bil, hesir báðir bilarnir fingu nakað av skaða. Spurningurin var nú, um tað er tann fyrsti ella tann næsti bilurin, sum hevði ábyrgdina av, at tann triði bilurin fekk nakað av skaða. Løgreglufólkini, sum komu á staðið tóku ikki støðu í málinum, men heittu á bilførararnar um at fara til tryggingar sínar og fáa greiði á skuldarspurninginum.

23 nummarplátur kliptar

Hóast nógv var at gera í gjár, so hevur løgreglan heldur ikki verið óvirkin í nátt. Tí fólk hava verið úti og klipt ikki færri enn 23 sett av nummarplátum av bilum, sum ikki hava goldið vegskatt, trygging ella onnur lógarásett gjøld.

21 sett vórðu tikin í Eysturoynni kring Skálafjørðin og í Gøtu, Fuglafirði og Leirvík, meðan tvey sett vóru tikin í meginøkinum og Sandoynni, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder